Viðtøkur

Viðtøkur fyri áhugafelagið TIGN

§ 1 Navn
Navn felagsins er TIGN, og felagið hevur heimstað í Tórshavn.

§ 2 Endamál
TIGN er almannagagnligt felag, sum hevur til endamál at virka fyri málum teirra, ið hava tørv á røkt, og at virka fyri málum teirra avvarðandi.
TIGN er mannarættindafelagsskapur og felagið er óheft av øllum partapolitiskum og átrúnaðarligum virksemi og spurningum.

§ 3 Limaskapur
Øll, sum hava fylt 18 ár og taka undir við endamáli felagsins, kunnu við at gjalda ásetta limagjaldið gerast limir í felagnum.

§ 4 Limagjald
Nevndin ásetir limagjaldið. Limagjaldið skal góðkennast á aðalfundinum.

§ 5 Nevndin
Felagið verður stýrt av eini nevnd við 5 limum og 2 tiltakslimum.

Nevndin skipar seg sjálv beint aftan á aðalfundin við einum formanni, næstformanni, skrivara og kassameistara.

Valið av nevndarlimum fer soleiðis fram, at annað árið fara 2. nevndarlimir og ein tiltakslimur frá eftir lutakasti, og næsta árið hinir 3 nevndarlimirnir og hin tiltakslimurin o.s.fr. Fráfarandi nevndarlimir og tiltakslimir kunnu verða afturvaldir.

Formaðurin og minst 2 nevndarlimir skulu vera avvarðandi ella næstringar hjá fólki, ið hava tørv á røkt.

Nevndin heldur fund, tá formaðurin ella tveir starvsnevndarlimir krevja tað

Nevndin er viðtøkufør, tá 3 limir eru á fundi, teirra millum formaðurin ella næstformaðurin.

Allar avgerðir verða tiknar við vanligum meiriluta.

Nevndin teknar felagið, men kann lata formanni ella td. starvsfólki fulltrú í hóskandi mun til dagliga rakstur felagsins.

Nevndin ger starvsreglur fyri virki sítt, heruppií reglur um rakstrarætlan, møguliga løn, samsýning, endurgjald fyri ferðing, blaðútgávu o.a.

Keyp, søla ella veðseting av fastari ogn krevur aðalfundarsamtykt, og skal vera nevnd í aðalfundarlýsingini.
Limir felagsins hefta ikki fyri skuld hjá felagnum.

§ 6 Aðalfundur
Aðalfundur felagsins verður hildin á hvørjum ári í oktobur mánað. Fundarstaður og tíð verða lýst í almennum blaði í seinasta lagi 3 vikur fyri aðalfundin.

Aðalfundurin, ið er hægsti myndugleiki felagsins, verður hildin við hesi skrá:
– Val av fundarstjóra og skrivara
– Ársfrágreiðing
– Roknskapur hjá felagnum verður framlagdur til góðkenningar
– Nevndarval
– Møgulig limagjaldsáseting
– Innkomin mál til viðgerðar og/ella avgerðar
– Ymiskt

Allar avgerðir verða tiknar við vanligum meiriluta av greiddum atkvøðum.

Uppskot til nevndarlimir og tiltakslimir eins og innkomin mál til aðalfundin skulu vera nevndini í hendi í seinasta lagi 1 viku fyri aðalfundin.

§ 7 Eykaaðalfundur
Eykaaðalfundur verður hildin, tá ið formaðurin ella helvtin av nevndarlimunum ella 20 % av limunum krevja tað.
Formaðurin lýsir til eykaaðalfundar við 3 vikum varsli, eftir at slík áheitan er komin honum til kunnleika, og við tí skrá, sum áheitanin hevur kravt.

§ 8 Roknskaparárið
Roknskaparár felagsins er álmanakkaárið.

§ 9 Avtøka
Felagið verður tikið av, tá ið í minsta lagi 80 limir møta á tveimum fylgjandi aðal- ella eykaaðalfundum við avtøku á skránni, og 2/3 av møttu limunum greiða atkvøðu fyri avtøku. Í minsta lagi 1 og í mesta lagi 2 mánaðir skulu vera millum fundirnar.

Um felagið verður avtikið, falla ognir felagsins til Meginfelag teirra brekaðu í Føroyum (MBF).