Stovnandi aðalfundur málgagn teirra eldru

Fundurin, sum skuldi era týskvøldið 11. juni klokkan 18.00 verður ístaðin kl. 19.00. Eftir áheitan flyta vit fundin, soleiðis at fólk uttanfyri Havnina náa at koma.

 Tíðindaskriv                                                                                                 10. juni 2013    

Stovanandi aðalfundurin, sum verður í Miðlahúsinum í Vágsbotni, er til eitt felag, sum skal hava til endamáls at verja mál teirra eldru.

Heimarøktin virkar ikki nóg væl og á fleiri av røktarheimunum er kreppa. Støðan snýr seg meira um stýring enn um pengar, halda stigtakararnir til felagið.

Stigtakararnir meta, at neyðugt er við einum felag, sum kann verja áhugamálini, bæði hjá teimum eldru og teirra avvarðandi.

Tí setti ein arbeiðsbólkur sær fyri at fyrireika stovnan av felagnum, sum skal vera málgagn teirra eldru og teirra avvarðandi. Arbeiðsbólkurin sigur, at samstarvið við tey avvarðandi eigur at vera ein sameindur partur av eldrarøktini.

Í løtuni er kreppa á fleiri av røktarheimunum, men arbeiðsbólkurin leggur upp til, at felagið verður eitt felag, sum skal tala mál teirra eldru á øllum økjum.

Serstakliga umráðandi er at hava í huga, at tey eldru ikki eru ein einsháttaður samfelagsbólkur við eins førleikum og tørvi. Felagið fer at arbeiða fyri at ávirka, at politikkurin og tænastan á eldraøkinum stuðlar undir at taka støði í førleikum og tørvi hjá tí einstaka.

Á fundinum verður framløga av viðtøkum og val av nevndarlimum. Eisini verður orðaskifti um støðuna í eldrarøktini og á eldraøkinum sum heild.

Arbeiðsbólkurin heitir á øll, sum hava hjarta fyri eldramálum, um at møta á fundinum og vísa sín stuðul.

Í arbeiðsbólkinum eru:

Rúna Sivertsen, Mary Antonsdóttir, Betzy Ludvig, Kirstin Simonsen, Tóra Tórgarð og Anne-Dot Ludvig.