Støðan á røktarøkinum er alt annað enn nøktandi, og higartil hava hvørki eykajáttanir ella broytingar í ovastu leiðslu gjørt nakran mun. Spurningurin er, hvussu støðan verður, tá økið verður lagt til kommunurnar.

Tíðindaskriv, 27. mars 2014

Um nakar bati skal væntast, so mugu fleiri pengar latast røktarøkinum, í mun til í dag. Allar útmeldingar benda tó á, at landið vil leggja røktarøkið til kommunurnar við í mesta lagi somu pengum, som økið fær í dag, og helst færri pengum.

Harafturat er lógaruppskot farið niðan í tingið, sum í ein ella annan mun tryggjar starvsfólkið á røktarøkinum í samband við útleggingina. Kommunurnar hava hervið ikki fríar teymar í mun til starvsfólkið, og kunnu møguliga ikki frítt skipa bygnaðin og lúka út í starvsfólki, sum ikki hava neyðugu førleikar at røkja sítt starv.

Hetta er púra óhoyrt. Uppgávan hjá landi og kommunum er at lyfta røktarøkið mótvegis teimum borgarum, sum hava tørv á røkt. Hóast neyðug atlit sjálvandi skulu takast til starvsfólkið í samband við bygnaðarbroytingina, má tað vera røktin, sum verður sett í miðdepilin.

Útlitini fyri einum bata á røktarøkinum aftaná at kommunurnar yvirtaka hetta, eru tí ikki góð.

Tað er eisini sera ørkymlandi at frætta, at grundarlagið fyri at rokna fíggingina av røktarøkinum ikki er tað sama hjá landi og kommunum. Onki arbeiði er heldur gjørt fyri at staðfesta, hvat røktarstøðið er í dag, hvat tað eigur at vera framyvir, og hvat tað má kosta.

Landið ætlar sær at leggja røktarøkið til kommunurnar og hevur ábyrgdina fyri hesum. Tað grundleggjandi arbeiðið hjá landinum í mun til hetta tykist tó at vera alt annað enn professionelt og spurningurin er, um kommunurnar longu av hesi orsøk ikki eiga at fara frá samráðingarborðinum nú!

TIGN heitir á Føroya Løgting um at gera broytinar í uppskotinum, sum tryggjar, at endamálið í lógini verður rokkið.

Comments are closed.

Post Navigation