Í juni mánaða kemur Dorthe Birkmose, høvundurin av bókini ”Når gode mennesker handler ondt”, at halda fyrilestur í Dansifrøi í Havn.

Tá góð menniskju gera ilt

Forráan er eitt hugtak fyri einari gongd, har ein verður meira og meira ráur. Í teimum støðunum, har fakligheitin ikki er nóg mikið ella ikki røkkur, er vandi fyri forráan. Í máttloysisstøðum kann tað gerast logiskt at skelda út, tosa harðari, kveistra fólk burtur, gera til láturs, ignorera og revsa – eisini hjá professionellum, sum vita betri.

Tað kann vera hart at viðganga, at vit kunnu uppliva forráan hjá okkum sjálvum og í arbeiðsbólkinum. Trongdin til ikki at kennast við, undirmeta og royna at fáa ting at síggja betri út kann vera ógvuslig. Men vit verða noydd at tosa um tað, sum er torført, um vit ynskja at gera nakað við trupulleikan.

Tíverri kann fakligheitin hava trong kor orsakað av sparingum og skerjingum, sum verða fjald av einum afturvendandi jaligum málbrúki. Trupulleikar verða í heilum nevndir avbjóðingar, men tað hvørva trupulleikarnir jú ikki av.

Tiltakið verður í Dansifrøi í Havn, 7. juni 2017 frá kl. 18 – 21. Møguleiki er fyri at seta spurningar.

 Skrá:

  • Ein søga um forráan
  • Ráir tankar, óndar gerðir og loyvdar burturforkláringar
  • Okkara málbrúk

Kostnaður kr. 150,00.
Tilmelding: tilmelding.fo (Pláss er fyri 400 luttakararum)

Um fyrilestrarhaldaran:

 Dorthe Birkmose er útbúgvin sálarfrøðingur (cand psych) frá Århus Universitet í 2001.

Hon sigur um seg sjálva, at grundstøði hennara er nervasálarfrøðin, men at hon brennur mest fyri etikkinum í arbeiðnum við øðrum menniskjum. Hon er sannførd um, at tað snýr seg um at styrkja fakligheitina og soleiðis tryggja, at starvsfólkini eru nóg sterk til at kunna vera hampulig móttvegis teimum menniskjum, sum tey arbeiða við og skulu hjálpa.  Fleiri upplýsingar eru at finna á:  www.dorthebirkmose.dk

 Litteratur: Birkmose, D. (2013): Når gode mennesker handler ondt – tabuet om forråelse. Syddansk Universitetsforlag.

 

 

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *

Post Navigation