Hóast eldraøkið verður lagt út til kommunurnar í 2015, heldur TIGN ikki, at vit kunnu lata standa til inntil ta tíð. Hetta gjørdi felagið greitt á fundi við Anniku Olsen, landsstýriskvinnu, hósdagin í farnu viku

 Tíðindaskriv, 27. Januar 2014

Hósadagin 23. januar 2014 var TIGN á fundi við landsstýriskvinnuna við almannamálum, Anniku Olsen. Fundurin snúði seg í høvuðsheitum um støðuna í heimatænastuni. Støðan á røktarheimunum bleiv tó eisini stutt umrødd.

Støðan í heimatænastuni

Sum øllum kunnugt, ið kenna til heimatænastuna, virkar hendan ikki, sum hon skal.

Trupulleikarnir tykjast at vera stórir og grundleggjandi. Spurnartekin kann setast við mestsum alt, frá strukturinum, tí fíggjarligu stýringini, tilrættarleggingini av dagliga arbeiðinum og starvsfólkaleiðsluni.

Tann yvirskipaða yvirskriftin má tó vera leiðslutrupulleikar.

Fleiri evni vórðu umrødd á fundinum við landsstýriskvinnuna, men endamálið við fundinum var at kunna um starvsfólkaleiðsluna í heimatænastuni í høvuðsstaðarøkinum, sum er alt annað enn góð. Støðan má metast at vera akutt, hóast hon hevur verið soleiðis í áravís. Tað hevur verið frammi í miðlunum, at starvsfólk mugu standa skúlarætt fyri líkt og ólíkt. TIGN hevur frætt, at um starvsfólk siga nakað, sum ikki hugar leiðsluni, skortar ikki við verbalum yvirhálingum og ágangi av ymiskum slag. Hetta er ikki í lagi. Tað ber ikki til at fáa heimatænastuna at virka undir slíkum umstøðum.

Førleiki og kvalitetstrygging

TIGN setur spurnartekin við, hvørjir førleikar vera settir til leiðsluna, um nøkur krøv vera sett til hennara avrik og um nøkur kvalitetstrygging er av hesi leiðslu.

Ein annar grundleggjandi trupulleiki, sum er galdandi fyri alt landið er, at leiðslan í heimatænastuni hevur gjørt eina skipan, sum tekur útgangsstøði í skipanini sjálvari, heldur enn í tí einstaka borgaranum. Hendan skipan hevur mestsum fingið eitt sjálvstøðugt lív. Um víst verður á trupulleikarnar, er aftursvarið, at soleiðis er skipanin. Hetta broytir tó ikki ta støðu, at leiðslan skipar skipanina og hevur ábyrgdina av henni, eisini tí, sum ikki virkar. Tað er alneyðugt, at hesin hugburður verður broyttur, og at útgangsstøðið verður tikið í einstaka borgaranum og ikki skipanini.

Vanrøkt og fakbólkastríð

Tað hoyrist eisini kring alt landið, at borgararnir ikki fáa tær tænastur, sum teir eru visiteraðir til. Heilivágur verður ikki altíð givin, sum hann skal, borgarar eru, ið ikki hava verið í bað í fleiri mánaðir. Frásagnirnar eru nógvar, og tað er eyðsæð, at galið er við fyriskipanini av arbeiðinum í heimatænastuni, og at ongin kvalitetstryggjan er av tænastunum har.

Ein annar generellur trupulleiki er samansetingin av starvsfólkinum. Stríð er ímillum starvsfólkabólkarnar , sum ongin endi tykist at vera á. Heilsurøktararnir hava torført við at sleppa at gera tær uppgávur, sum tær eru útbúnar til. Harafturat eru tær fáar í tali og hetta kann undra, tá hugsað verður um teirra førleikar. Ongastaðni er støðan so ring sum í høvusstaðarrøkinum, har bert tveir heilsuhjálparar eru í starvi og eingin heilsurøktari. Ófaglærd arbeiðskraft verður í stóran mun brúkt, og tað hoyrist, at óroynd ófaklærd starvsfólk verða send út á markina uttan stuðul og vegleiðing. Hetta má merkjast á kvalitetinum á tænastunum, og tað ger tað eisini. Tað síðsta, TIGN hevur frætt, er, at heimatænastan nú setur í starv ófaklærdar, útlendskar enskttalandi heimahjálparar, sum ikki duga føroyskt.

Støðan á røktarheimunum
TIGN hevur gjørt vart við, at hóast tvær eykajáttanir eru lætnar økinum, merkist ongin broyting í gerandisdegnum. Tað hevði verið ynskiligt, um greiða fekst á, hvat røktarstøðið man frá politiskari síðu ynskir, hvat hetta kostar, og um viljin er til staðar at lata økinum neyðugu pengarnar til hetta. At onki merkist kann tó eisini í ávísan mun tilskrivast leiðslunum á røktarheimunum, og tað sæst eisini, at støðið á heimunum er ymiskt, hóast pengarnir eru teir somu.

Spurnartekin er eisini sett við, um brúkararáðini á røktarheimunum virka sum ætlað. Landsstýriskvinnan segði, at hon fer at kanna hetta nærri.

 

Hóast eldraøkið verður lagt út til kommunurnar í 2015, heldur TIGN ikki, at landsstýriskvinnan kann lata standa til inntil ta tíð. Tað eru 11 mánaðir eftir av árinum, og so leingi kunnu vit ikki lata fólk liggja í hjálparloysi.