Eldramálið heitir á løgmann, um at taka støðuna í eldrarøktini í álvara. Støðan er óforsvarlig, bæði fyri røktina av teimum eldru og hjá starvsfólkunum

 Tíðindaskriv                                                                                                              16. juni 2013

 

Í samrøðu við Kringvarpið í gjárkvøldið segði løgmaður, at hann metir tað ikki neyðugt at kalla tingið saman í sambandi við støðuna í eldrarøktini. Men løgmaður kann ikki sparka bóltin frá sær við at nýta Eldramálið sum undanførslu, tí støðan á eldraøkinum er rættiliga bráðfeingis.

Tað er rætt, sum løgmaður vísti á, at Eldramálið hevur sagt, at tað snýr seg meira um stýring enn um pengar. Men tað er jú løgmaður sjálvur, sum situr við róðrið í Føroyum og eigur at taka sær av stýringini.

Á fleiri røktarheimum eru ov fá fólk til arbeiðis, og tað gongur bæði út yvir røktina av teimum eldru og heilsuna hjá starvsfólkunum. Eldramálið hevur frætt, at tað hvønn dag koma nýggjar sjúkufráboðanir, tí starvsfólkini halda ikki til hetta, hvørki fysiskt ella psykiskt.

Í løtuni er kreppustøða, tey eldru hava tað ikki gott, tey avvarðandi eru hjálparleys og starvssáttmálar verða brotnir.

Eldramálið heitir tí á løgmann og samgonguna um at taka ábyrgd – og við oyramerktari játtan at tryggja, at bráðfeingis kreppustøðan í eldrarøktini verður loyst.